Starv

Niðast sæst hvørji størv eru tøk í løtuni á Føroyaprent. Trýst á pílin fyri at lesa meira. 

Umsóknir kunnu sendast til:

Føroyaprent Pf.

Hoyvíksvegur 59

Postsmoga 3118

110 Tórshavn

ella á telduposti: starv@foroyaprent.fo

Tú ert altíð vælkomin at senda óumbidna umsókn til okkara. 

So hvørt sum umsóknirnar vera móttiknar, vera tær viðgjørdar. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jon Hestoy, stjóra. Telefon 594555 ella við telduposti til hestoy@foroyaprent.fo.


Leiðari til grafisku deild/skeltiverkstað

Føroyaprent søkir leiðara til grafisku deildina og skeltiverkstaðið

Ert tú framsøkin, fyrikomandi og dámar væl at hava nógvar bóltar í luftini? Er kundin altíð í hásæti hjá tær? So er tað tær, vit sóknast eftir. Talan er um eitt sjálvstøðugt og spennandi starv, har tú fært ábyrgdina av at samskipa framleiðsluna á okkara skeltaverkstaði og grafisku deild. Leiðarin verður partur av leiðslubólkinum á Føroyaprent, saman við stjóra, framleiðslu- og søluleiðara.

Uppgávan hjá leiðaranum er at leggja til rættis og stýra uppgávurnar á skeltiverkstaðnum og grafisku deildini. Denturin skal liggja á góðum handverki, dygd, trygd og veiting til tíðina. Uppgávurnar eru nógvar, fjølbroyttar og spennandi. Í okkara yrki er evstamarkið altíð ein partur av dagligdegnum.

Á Føroyaprent hava vit eitt vælútgjørt skeltiverkstað, ið fæst við at veita skelti, foliu, og alskyns deko til kundar kring allar Føroyar. Grafiska deildin loysir allar hugsandi grafiskar og kreativar uppgávur. Vaksandi virksemið ger, at okkum tørvar ein samskipara soleiðis, at vit kunnu veita bestu tænastuna. Tín uppgáva verður at samskipa arbeiðstøku, handverk, dygd, trygd og tíð. Uppgávurnar eru nógvar, fjølbroyttar og spennandi.

Vit bjóða:

  • Eina fyritøku í menning
  • Spennandi arbeiðsuppgávur
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • Góðar arbeiðsumstøður
  • Kappingarføra løn
  • Fjølbroyttan arbeiðsdag

Talan er um starv, har tú kemur at vera partur av einum toymi, har tú loysir uppgávurnar í tøttum samstarvi við dugnaligum starvsfeløgum. Vit vænta, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.

Vit vænta at tú:

  • Ert fyrikomandi
  • Dugnalig/ur at leggja ætlanir
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Ert ágrýtin
  • Sært spennandi avbjóðingar heldur enn forðingar.

Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan grafiska økið og/ella framleiðslustýring.

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit vilja fegin hava tína umsókn sum skjótast og í seinasta lagi hin 11. oktober 2024. Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsókn kann sendast til:

Føroyaprent Pf.

Hoyvíksvegur 59

Postsmoga 3118

110 Tórshavn

ella á telduposti: starv@foroyaprent.fo

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jon Hestoy, stjóra. Telefon 594555 ella við telduposti til hestoy@foroyaprent.fo.

Føroyaprent er ein nútímans fyritøka á øllum økjum. Føroyaprent hevur greiðan mál­setning um at vera best á sínum øki, og setur ein heiður í at náa hesi mál, bæði innan tøkni, tænastu­veiting­ar og á starvs­fólkaøkinum.

Køksfólk

Føroyaprent søkir eftir køksfólki

Vit søkja eftir einum køksfólki til Føroyaprent at byrja sum skjótast.

Á Føroyaprent hava vit eina matar­skipan, har um 25 fólk eta morgun­mat og miðmála dagliga, og hava vit tørv á einum køksfólki at tilvirka matin, seta á borðið og rudda av aftaná. Eina ferð um vikuna plaga vit at hava heitan mat.

Tú leggur stóran dent á góða tænastu og reinføri, og tú kanst arbeiða í góð­um samstarvi við starvsfelagar og eisini arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta at tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur ábyrgdina av at keypa inn.

Setanarviðurskifti

Vikuliga arbeiðstíðin er áleið 20 tímar og er gerandisdagar millum 9.00­-13.00.

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit vilja fegin hava tína umsókn sum skjótast og í seinasta lagi hin 11. oktober 2024. Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsókn kann sendast til:

Føroyaprent Pf.

Hoyvíksvegur 59

Postsmoga 3118

110 Tórshavn

ella á telduposti: starv@foroyaprent.fo

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jon Hestoy, stjóra. Telefon 594555 ella við telduposti til hestoy@foroyaprent.fo.

Føroyaprent er ein nútímans fyritøka á øllum økjum. Føroyaprent hevur greiðan málsetning um at vera best á sínum øki, og setur ein heiður í at náa hesi mál, bæði innan tøkni, tænastuveitingar og á starvsfólkaøkinum.

Skrivstovufólk

Føroyaprent søkir eftir skrivstovufólk

Føroyaprent søkir eftir ágrýtnum, virknum og fyrikomandi persóni við skrivstovuútbúgving ella royndum við skrivstovuarbeiðið, møguleiki er fyri at arbeiða niðursetta tíð.

Tú má trívast við nógvum ymsum uppgávum og dáma at taka eina hond í.
 
Starvsøkið er í høvuðsheitum móttøka, kundatænasta og vanligt skrivstovuarbeiði. Løn sambært avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit vilja fegin hava tína umsókn sum skjótast og í seinasta lagi hin 11. oktober 2024. Ynskiligt er, at tú byrjar skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir tí rætta persóninum.

Umsókn kann sendast til:

Føroyaprent Pf.

Hoyvíksvegur 59

Postsmoga 3118

110 Tórshavn

ella á telduposti: starv@foroyaprent.fo

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jon Hestoy, stjóra. Telefon 594555 ella við telduposti til hestoy@foroyaprent.fo.

Føroyaprent er ein nútímans fyritøka á øllum økjum. Føroyaprent hevur greiðan mál­setning um at vera best á sínum øki, og setur ein heiður í at náa hesi mál, bæði innan tøkni, tænastu­veiting­ar og á starvs­fólkaøkinum.