Føroyaprent hevur júst fingið eitt ordans herðaklapp, við “grønu gávuni” á heilar 42.320 kr frá ETIKA.
Hetta hendi á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 15. mai, í samband við umhvørvisvikuna sum Tórshavnar Kommuna skipar fyri.
Dómsnevndin er mannað við umboðum frá Agenda 21 stovuni, Tórshavnar kommunu og Umhvørvisstovuni.
Føroyaprent fær hendan stóra heiður, fyri at:
· brúka umhvørvisrætt pappír
· brúka vegetabilskar prentlitir
· endurnýta prentlutir
· minimera pappírsspill og burturkast
· spara um orkunýtsluna og at brúka sum mest varandi orku
· hava atlit til evnafrøði í arbeiðsumhvørvinum
· planta trø í Føroyum
Føroyaprent er einasta fyritøka í Føroyum, sum er Svanamerkt, og er okkara umhvørvisleiðsla, merkt av krøvum til góðkenningina.
Í apríl í ár fóru vit undir at planta trø við viðarlundina í Kerjum uppi við Hotel Føroyar. Hetta er eitt skógarfriðað økið, einar 3.650 m2 til støddar, har pláss er til eini 1.500 – 2.000 trø. Seinni í ár fara vit at planta trø á øðrum økjum runt landi. Dómsnevndin legði í avgerð dent á hesa verkætlanina hjá Føroyaprent, og takkaði Føroyaprent fyri plantingarátakið.
ETIKA hevur gjørt av at taka 20 krónur fyri eina kannu av kranavatni. Allur peningurin frá sølu av vatni fer óskerdur í ein umhvørvisgrunn, og verður hesin peningur á hvørjum árið latin til eitt framskygt náttúru- og umhvørvisendamál.
Vit á Føroyaprent eru takksom og fegin um at tað í ár er Føroyaprent, sum fær heiðurin. Virðislønin frá ETIKA fer heilt víst at síggjast aftur í náttúruni, til stóra gleði hjá okkum øllum. Meira verður kunnað um hetta seinni.