Sniðgeving

Sniðgeving, lay-out, uppseting, umbróting …. valið er títt. Á Føroyaprent eru vit sterk innan nógvar ymiskar grafiskar uppgávur og leggja ikki í, hvussu barnið eitur.

Hevur tú brúk fyri eini vakrari bókapermu, og skal teksturin umbrótast, hava vit serfrøðingar til tað. Skalt tú gera eitt limablað við greinum og myndum, ein vakran faldara ella leysblað til húskini, hava vit eisini serfrøðingar til tað. Vit bjóða okkum fram til alt frá smáum uppgávum, so sum visitkortum og lutaseðlum til størri og meira avbjóðandi uppgávur.

Okkara grafikarar hava nógvar royndir í grafiska fakinum og eru vanir at arbeiða undir tíðartrýsti (deadline). Hetta ger tey sterk, bæði saman og hvør sær, og ger Føroyaprent sterkt tá tað snýr seg um desain.

Vit kunnu taka myndir, skriva tekstir, koma við hugskotum og góðum ráðum. Sig okkum, hvat tú hevur brúk fyri, og vit gera okkara allar besta at hjálpa. Altíð taka vit atlit til tann fíggjarliga partin, og vit arbeiða skjótari enn tey flestu fyri at avmarka útreiðslurnar.

Vælkomin á Føroyaprent