Vindeygaprýði

Vilt tú, at fólk koma heilt yvir til vindeygað at síggja alt, tú hevur at selja? Vilt tú, at fólk, sum koyra framvið, hyggja meira enn vanligt og leggja merki til, at tú ert til? So er vindeygaprýði við útskornari foliu, ein sera góður og prísvinarligur máti at gera tað uppá. Næstan alt ber til at skera út í foliu, og tað er tí lætt at gera okkurt heilt serligt til júst tíni vindeygu.

Jólaprýði til vindeygu eru ein avbjóðing hjá flestu handlum og fyritøkum, og eisini til hetta er folia ein sera góður møguleiki.

Stórar innandura glasfasadur og hurðar kunnu tykjast kaldar og lítið hugnaligar. Her kann folia – antin í litum ella sum “frostfolia” – broyta umhvørvið uppá ein lættan og prísvinarligan máta.

Vit koma fegin at taka mynd av tínum vindeygum og gera uppskot til, hvussu vit kunnu gera tey serlig, áhugaverd og vøkur.

Ring til okkara á 314555 ella send okkum ein teldupost á info@foroyaprent.fo