Søgan

Føroyaprent er ein samanrenning av arkprentsmiðjuni hjá Dimmalætting og Hestprent. Virkini vórðu løgdu saman 23. juni 2004 og var tað byrjanin til Pf. Føroyaprent, størsta og elsta grafiska virkið í landinum.
 Leiðslurnar á Dimmalætting og Hestprent gjørdu av at taka hetta stigið fyri at styrkja um kappingarførið. Kappingin á grafiska økinum er hørð við útlendskar prentsmiðjur. Við samanleggingini fingu vit eina stóra prentsmiðju, ið hevur neyðugu útgerðina og styrkina at kappast. Við hesi samanlegging tóku Pf. Dimmalætting og Spf. Hestprent  eitt stórt stig móti at tryggja Føroyum eina kappingarføra prentsmiðju. Feløgini áttu hvør síni 50% í Føroyaprent. Føroyaprent keypti ognirnar á Hoyvíksvegi 59 frá Dimmalætting, og har húsast felagið í dag. Við ársenda 2007 yvirtók Føroyaprent framleiðslutól og goodwill frá Pf. Einars Prent. Í 2012 bleiv Grafik Studio við Inga Joensen ein partur av Føroyaprent og stórprentdeildin hjá reklamuvirkinum Sansir varð keypt.
 Dimmalætting seldi 15. apríl 2010 sín part í Pf. Føroyaprent til hin eigaran Pf. Hestoy, ið so aftur seldi ein part til Pf. Richard B. Thomsen & Søn. Í 2022 fór Pf. Richard B. Thomsen & Søn burturúr felagnum aftur.

Stjórar eru Sissal H. Hestoy og Jon Hestoy, Poul Clementsen er nevndarformaður og nevndarlimirnir eru Sissal H. Hestoy og Jóannes Hestoy.