Hestprent

Í 1984 byrjaði Jon Hestoy, sum var útlærdur trykkjari í 1980, sítt egna virki á Tvøroyri, sum hann kallaði Hestprent. Endamálið var at geva út lokalblað og reka prentsmiðju. Skjótt gjørdist høvuðsvirksemið hjá felagnum setiarbeiði, við serstøkum denti á bókaarbeiði.

 Tá fyrsta setimaskinan varð keypt í 1985, var leiðin skjótt løgd eftir konvertering av teksti frá teldum til setimaskinu. Í januar 1987 læt virkið upp í Havn, í leigaðum hølum á Heygskróki. Í 1988
 varð avgerð tikin um at leggja alla umbróting yvir á Macintosh teldur. Tá vóru minni enn 5 virki í danska kongaríkinum, ið arbeiddu professionelt við Desktopumbróting og Postscript fotosetara. 

Orðið prentumsiting varð uppfunnið til arbeiðsháttin tá virkið setti og umbreyt bøkur og læt tær prenta á øðrum prentsmiðjum.

 Á vári 1989 var flutt í egin hølir á Suðurrás og 1997 á Dvørgastíg. Í 1999 fór felagið undir at prenta sjálvt, tá Prentstovan, prentsmiðjan, ið Marius Ziska hevði stovnað, varð keypt. Í 2001 var egið bókbindarí sett á stovn og í 2002 keypti Hestprent bókbindaríið hjá Helga Justinussen.