Føroyaprent plantar trø

Føroyaprent hevur tikið við áheitanini frá umhvørvisráðnum hjá ST, um at planta fleiri trø og at brúka størri nøgd av vørum frá burðardyggum skógarbrúki, eisini pappíri. Samstundis heitir umhvørvisráðið eisini á øll heimsins lond, um at brúka minni av skaðiligum og evnafrøðiliga framleiddum vørum.

Vit hava plantað 2.200 trø runt um í Føroyum, og fara at planta enn fleiri. Meðan trøini vaksa, binda tey CO2 úr lufthválvinum, og har verður tað, líkamikið um træið endar sum pappír, húsaklædningur ella verður standandi har tað varð plantað. Brúka vit til dømis 1 kubikmetur av timbri, verður uml. 1 tons av CO2 bundið í timbrinum.
Trøini í Føroyum verða ikki brúkt til framleiðslu av vørum, men tey skapa trivnað og lívd. Nógv av teimum vaksa í ein heilan mansaldur, og binda CO2 so leingi tey vaksa. Tað sigst, at plantar tú tvey trø hvørt ár, ert tú CO2 neutral/ur. Hóast hetta má takast við fyrivarni, so kunnu vit tí siga, at øll 26 starvsfólkini á Føroyaprent eru CO2 neutral í 37 ár …

Kommunur og onnur sum ynskja at planta trø har nógv fólk savnast (til dømis mitt í einari bygd ella har ætlanin er at skapa karmar til felagslív) ella har bólkar av fólki hittast (til dømis í einum skúlagarði), eru vælkomin at venda sær til okkara. Einasta treyt er at seyður og o.l. ikki sleppur til, og at onkur er at halda eyga við trøunum fyrstu tíðina. Afturfyri ynskja vit loyvi til at brúka átakið í okkara marknaðarføring. Ring 314555 ella send teldupost á info@foroyaprent.fo

Fá meira at vita um átakið á Facebook „Føroyaprent plantar trø“

Les meira um heimsins skógir, trø og pappír:

www.unece.org/press/pr2010/10tim_p09e.html