Digitalprent

Digitalprent (Print On Demand, stytt POD) ger tað møguligt at prenta smáar nøgdir fyri lágar prísir og við stuttari leveringstíð. Tú kanst nú bíleggja 20 bøkur ella 100 faldarar, nakað sum var púra óhugsandi fyri fáum árum síðani, tí tað loysti seg ikki at prenta færri enn nógv hundrað eintøk.

Vit hjálpa tær at velja rætt

Á Føroyaprent vilja vit fegin, at tú sparir pengar við POD. Men tað er tó ikki bara nøgdin, sum er avgerandi fyri hvat best er at gera. Atlit eru at taka til lit og pappír. Vit geva tær røttu vegleiðingina og møguleikan at velja tað, sum er rætt fyri teg, við støði í hvat prentluturin skal brúkast til, og hvat hevur týdning.

Adressur á hvørt eintak

Við digitalprenti ber til at prenta adressur á hvørt eintak. Tað er lætt og skjótt at gera, og krevur bara, at tú sendir okkum adressuyvirlit sum excel fílu. Vit “flætta” adressurnar so klárt er at prenta, og alt verður liðugt í einari mannagongd.

Royndareintøk

Arbeiðir tú við onkrum, sum tú vilt síggja á prenti, áðrenn tú sendir okkum tað til endaligt prent, kanst tú bíleggja eitt royndareintak. Hetta er ein væl dámdur møguleiki, sum kann koma sera væl við.

Størsta POD stødd er A3+ (320x450mm).