Dimmalætting – arkprent

A/S Færø Amtstidendes Bogtrykkeri varð sett á stovn 30-31. juli 1877 við tí endamáli at útgeva blaðið, sum hevði tvey nøvn, tað danska Amtstidene for Færøerne og Dimmalætting. Tað var V.U. Hammershaimb, próstur á Nesi, ið gav blaðnum hetta føroyska navnið, sum eftir 100 ára dagin stóð einsamalt sum heiti á hesum elsta miðli í landinum.
. Blaðið húsaðist í Erlings Jalsgøtu frá 1889, tá flutt var úr Nólsoyarstovu í gomlu sorinskrivarahúsini. Hesi hús vóru sum tíðin leið umbygd og hýstu prentsmiðju og redaktión til 1944, tá tey brendu í grund. Prentmaskinurnar sluppu kortini so frægt frá eldsbrunanum, at tær kundu umvælast, og so mikið av blýskrift varð bjargað, at blaðið kundi prentast í leigaðum hermannabarakkum uppi við Dungagøtu til á vári 1946, tá flutt varð inn í nýggj hús, reist á somu grund.

 Í 1985 flutti Dimmalætting á handils- og ídnaðarøkinum á Hálsi, har ein nýggjur bygningur stóð liðugur, í dag er Dimmalætting aftur flutt oman í miðbýin. Frá fyrstu tíð hevur prenting verið ein stórur partur av virkseminum við blaðútgávu. Tá lagt var um til rotatiónsprent í sjeytiárunum var arkaprent bara til bøkur og akzidens. Seinni varð alt arkprent flutt í bygningin á Hoyvíksvegnum, har samanlagda prenstmiðjan húsast í dag.