Ein grein um Føroyaprent er í Vikublaðnum í dag 6 febr., men pláss er ikki sett av til kunning um pappírnýtslu í mun til umhvørvi.
Mytan um at pappír er skaðiligt fyri umhvørvið, er um at doyggja, og tað fegnast vit sjálvandi um á Føroyaprent. Vitanin millum vanlig fólk, um samanhangin millum burðardygt skógbrúk og pappír, er vaksin nógv seinni árini. Nú vita tey flestu at trøini binda CO2 meðan tey vaksa, og at tey tí eru ein 100% náttúrlig CO2 reinsiskipan.
Tá trøini ikki vaksa meira, binda tey munandi minni CO2, og tá brúka vit tey til pappír, húsaklæðning o.a., og plantað eitt nýtt ístaðin.
Umframt hetta, so verður pappír endurnýtt upp til 7 ferðir, og minkar tí um tørvin á skaðiligum evnum til m.a. pakkitifar (ofta plastikk).
Alt hetta læra okkara børn longu um í skúlunum nú
… vónandi á øllum skúlum.