Olga Kruse útbúgvin sum Miðlagrafikari

Á Føroyaprent eru vit errin av okkara nýklakta miðlagrafikara
Olgu Kruse. Olga hevur framúr góð kreativ evni, eins og hon
eisini teknar og hevur havt fleiri framsýningar við sínum tekningum.

Vit ynskja Olgu hjartaliga til lukku við sveinabrævinum og
fegnast um, at Olga heldur fram á Føroyaprent.

Føroyaprent var sett á stovn í juni 2004 og síðan tá hava
heili 14 fólk staðið í læru og fingið sína útbúgving á Føroyaprent.

7 miðlagrafikarar, 4 prentarar og 3 skrivstovufólk.

Vælkomin á Føroyaprent