Bíbliuorðabókin

Í dag 10. desember kemur Bíbliuorðabókin eftir Jóhannes Haraldsen út. Jóhannes fór ungur at skriva handritið til stóru bíbliuorðabókina, og varð hetta alt hondskrivað. Tíverri doyði hann 12. august 1994 bert fáar mánaðir eftir, at vit vóru byrjað at seta bókina. Teksturin varð frá byrjan av skrivaður inn í ein datagrunn, so viðgerðin av tilfarinum alla tíðina var lætt atkomilig. Tað var Bókadeild KFUMs, ið tók stig til at  geva bókina út, men seinni tók Føroyskt Kirkjumál yvir. Britt Rasmussen á Føroyaprent hevur havt høvuðsábyrgd av seting og umbróting og øll hesi árini hava Amy og Svenning Tausen við stórum hegni tikið sær av rættlestrinum.

Á Føroyaprent siga vit vanliga, at vit framleiða bøkur upp á næstan onga tíð. Men ein av okkara sterku síðum er eisini drúgvar og tíðarkrevjandi uppgávur, sum t.d. orðabøkur.

Vit á Føroyaprent ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við hesi megnar útgávu og vóna, at bókin verður til stóra gleði fyri allar føroyingar.