Prýðilig loysn til Vága Floghavn

Ferðast tú umvegis Vága Floghavn, leggur tú beinanvegin til merkis, at Vága Floghavn ynskir, at tú kennir teg væl, hóast um- og nýbyggingar verða gjørdar á økinum.

Føroyaprent samstarvar við Vága Floghavn um prentuppgávur, PR tilfar, lýsingar og skelti, og vit hava eisini framleitt alt kunningartilfarið til tey ferðandi í samband við um- og nýbyggingina.

Við omankoyringina frá høvuðsvegnum til flogvøllin verður tú kunnað/ur um, at umbyggingin er í gongd, og heitt verður á teg um at vísa varsemi á økinum. Inni á farstøðini síggjast tekningar av endaligu farstøðini á vegginum, og ein kunningarskíggi gevur tær eina greiða fatan av, at talan er um eina stóra broyting í føroyskari flogsøgu.

Ein heldur óvanlig loysn, sum fær smílini fram hjá fleiri er, hvussu vit valdu at gera vart við nýggja fyribils fráferðarhølið. Við dyrnar til fráferðarhølið hava vit, úr gráari foliu, sniðgivið og framleitt eina røð av fólkum, sum eru límaði á veggin, so eingin ivast í hvar leiðin gongur út til fráferðina. 

Á Vága Floghavn eru tey stak væl nøgd við okkara loysnir og okkara prísstøði. Vit taka fegin fleiri uppgávur á okkum, so tú ert vælkomin at práta við okkum um eina ávísa uppgávu, og hvussu vit loysa hana so fíggjarliga skilagott sum gjørligt. Eingin uppgáva er ov lítil ella ov stór.

Vit ynskja Vága Floghavn bestu eydnu við um- og nýbyggingini, og gleða okkum at síggja úrslitið.

Sí filmin: Vága Floghavn – Kunningarskíggi

Vælkomin á Føroyaprent