„Øll telja við“ er framleitt í Føroyum

Ein størri og størri partur av almennu kunningini, sum vit føroyingar fáa beinleiðis og ókeypis í postkassan, verður prentaður í Føroyum. At prentaða kunningin til húskini sum heild eisini er vaksandi, er at fegnast um.

Okkara land er lítið og tí kann ókeypis kunning í postkassan lættliga syrgja fyri, at allir borgarar eru væl kunnaðir um viðkomandi evni. Tey allar flestu lesa almenna kunning, sum kemur ókeypis í postkassan, so nyttuvirði av hvørjari brúktari krónu til prentlutir, er sera høgt.

Fyri fáum árum síðani, var ein stórur partur av prentlutum til føroyingar, prentaður uttanlands. Men nú er vend komin í, og ein alsamt størri partur verður prentaður í Føroyum. Hetta ger tað møguligt hjá  okkum á prentsmiðjuni Føroyaprent at nærkast útlendsku prísunum fyri stórar nøgdir, og harvið varðveita vit arbeiðsplássini í Føroyum.

Hagstova Føroya valdi at lata Føroyaprent gera grafiska arbeiðið og prenta bóklingin „Øll telja við“. Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt, og  vit á Føroyaprent takka fyri uppgávuna og ynskja Hagstovuni hjartaliga til lukku við avrikinum og útgávuni.

Hefti kann síggjast her

Vælkomin á Føroyaprent