Á Føroyaprent eru vit errin av at hava prentað vakurt katalog við fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen. Katalogið er prentað í samband við serstaka framsýning á Steinprent, sum letur upp í dag 22 febr. kl. 16.00.
Katalogið hevur verið serliga avbjóðandi at prenta, tí myndirnar eru svart hvítar og eru berandi fyri katalogið, alt sum tað er. Allar myndirnar á framsýningini eru í kataloginum, uttan myndatekst ella annan tekst á myndasíðunum. Tað setir stór krøv til grafisku framleiðsluna og prentgóðskuna, og vit eru sera fegin um eitt gott úrslit.
Kinna Poulsen, dóttir Ásmund, hevur fingið framsýningina í lag, og forlagið í Støplum, við John Dalsgarð, gevur katalogið út. Vit á Føroyaprent ynskja John Dalsgarð, Kinnu Poulsen o.ø. hjartaliga til lukku við kataloginum, og takka forlagnum fyri framúr gott samstarv.
Katalogið fæst til keyps á framsýningini og eisini í bókhandlunum kring landið.