At pappír og prentaða orðið, er ein sterkur samskiftismiðil, er bóklingurin um fólkaflyting og fólkavøkstur, eitt gott dømi um.
Boðskapurin um hvørji átøk skulu og kunnu gerast, fyri at venda gongdini við fráflyting, verður við einum vøkrum bóklingi framborin á ein hátt, sum undirstrikar týdningin av tilmælinum. Politikarar o.o. steðga á, meðan tey lesa, og gransking vísir, at tey eisini minnast boðskapin betur, í mun til tekst á einum skíggja.
Føroyaprent hevur sett upp og prentað bóklingin, í framúr góðum samstarvi við Eriku Hayfield, sum umboðaði arbeiðsbólkin. Vit ynskja Eriku og øllum sum eiga lut í hesum arbeiði, íroknað Vinnumálaráðið, hjartaliga tillukku við endaliga úrslitinum av arbeiðinum, og vóna at tilmælini verða fylgd.
Uppgávur at umbróta og prenta bóklingar – tað verið seg úrslit av bólkaarbeiði, ársroknskapir, phd ritgerðir o.a., eru sum skraddaraseymaðar til Føroyaprent. Alt verður avgreitt undir sama taki, og vit kunnu altíð skapa pláss til eina uppgávu aftrat.
Vælkomin á Føroyaprent.