2400 trø frá Føroyaprent

Hýrurin var góður á fámjiningum leygardagin 25. mai, tá 230 trø frá Føroyaprent vórðu gróðursett. Økið liggur mitt í bygdini, á stórari fløtu, tætt við áir og fjøll. Tað er lætt at ímynda sær vakra umhvørvið um nøkur ár, tá trøini eru vaksin til og økið líkist meira eini viðarlund.

Øll trøini verða keypt frá Skógrøkt Landsins, sum leggur stóra orku í føroyska framleiðslu av trøum og runnum. Ráðgevingin frá Skógrøktini er góð og sera fá trø doyggja burturav.

Føroyaprent plantar trø, tí trøini binda CO2 meðan tey vaksa. Tey eru til gleði og gagn fyri okkum menniskju, fuglalív og náttúru. Í burðardyggum skógarbrúki verða tey feld, tá tey ikki vaksa meira, og nýtt til m.a. pappír. Samstundis verður minst eitt nýtt træ gróðursett.

Føroyaprent hevur nú latið og plantað 2400 trø íalt. Hetta hevur verið gjørt í fleiri bygdum og saman við bygdarfólkunum. Fleiri trø verða gróðursett afturat í summar og í heyst.