Føroyaprent hevur júst sett upp og prentað uppslag og myndatalvu við seyði og seyðalitum, sum Astrid Andreasen, listakvinna, hevur teknað. Litirnir eydnaðust sera væl á prentinum, og tað hevur stóran týdning fyri endaliga úrslitið, tá vit prenta tekningar.
Tað snýr seg um 50 ymislittar seyðir, har ið vanligastu heitini eru sett við. Uppslagið er 50 x 70 cm til støddar, og myndatalvan, ið hevur myndir á báðum síðum og er plastað, er 20 x 28 cm til støddar.
At myndatalvan er plastað, ger, at hon tolir vætu, og tískil er hon sera væl egnað hjá leikfólki at hava við sær í hagan – ella hjá børnum at hava við sær, so tey kunnu læra at kenna seyð.
Astrid hevur í nógv ár verið knýtt at Náttúrugripasavninum, har hon við síni kønu hond hevur teknað til framsýningar og útgávur. Hetta arbeiðið hevur fevnt um alskyns lívverur, eitt nú plantur, tara, fuglar og fiskar. Harumframt hevur hon teknað eitt stórt tal av frímerkjum við lívverum. Eisini kenna vit Astrid sum listakvinnu. Hennara verk prýða stovnar o.a. runt um í landinum, so tey flestu munnu vera kunnug við hennara vøkru myndlist og tekningar.
Stuðlað hava Mentanargrunnur Landsins og Norðurlandahúsið.
Uppslagið, ið er at heingja upp á veggin, kostar kr. 100,-, og myndatalvan kostar kr. 50,-. Uppsløg og talvur fáast til keyps í bókabúðunum kring alt landið, í sølubúðini hjá Søvnum Landsins í Brekkutúni og á Sjósavninum á Argjum.
Vit á Føroyaprent takka Astrid Andreasen fyri framúr gott samstarv, og ynskja henni hjartaliga til lukku við vakra avrikinum.