Vit vita, at Fríðbjartur M. Kristiansen er sera dugnaligur og kreativur, men nú kunnu vit eisini reypa okkum av, at ein grafikaralærlingur á Føroyaprent hevur vunnið plakatkappingina til „Ung í Føroyum 2013“.
Fríðbjartur sigur soleiðis á heimasíðuni ungiforoyum.info :
„Sniðið skal kunna brúkast til alt møguligt, so sum T-shirts, bannarar, faldarar, stickers o.a. So eg gjørdi eina plakat við fleiri ymiskum elementum, so tey lætt kunnu skiljast at. Tað skuldi eisini vera litfagurt og lætt at kenna aftur.“
Fríðbjartur er sera dugnaligur til stórar sum smáar uppgávur
Vælkomin á Føroyaprent.