„Aurora“ eitur nýggj hárfríðkanarstova, sum í dag letur upp í J.C. Svabosgøtu 58 í Tórshavn (fyrr EIK). Vit eru errin av at siga, at Føroyaprent hevur sniðgivið og framleitt búmerkið, skelti og prentlutir, sum geva Auroru sín heilt egna samleika.
Tað er ikki av tilvild, at stílurin er eksklusivur og reinur. Málið var at undirstrika tað fakliga handverkið á Auroru. Vælumhugsaðar grafiskar strikur og gott tilfar í øllum lutum, sum hóska væl saman við stórbæru hølunum, skapa álit til handverkið. Tá handverkið er í lagi, tora kundarnir at royna seg við nýggjum innan liting og hársnið, so hárfríðkanarkvinnurnar á Auroru kunnu brúka síni evni, líta fram eftir og arbeiða kreativt.
Við tøkk fyri góða samstarvið higartil lata vit Salomu Joensen og Auroru okkara bestu ynski fyri virksemið framyvir.
Vilt tú vita meira um okkara vørur og tænastur ert tú vælkomin at ringja til Hansinu Dahl á tel. 594559, ella senda okkum ein teldupost á info@foroyaprent.fo Á heimasíðu okkara www.foroyaprent.fo fæst eisini nógv at vita.
Vælkomin á Føroyaprent