Á Føroyaprent síggja vit, at føroysk framleiðsla er hægri í metum nú, enn hon hevur verið. Tað tykist, sum tað hevur týdning fyri okkara kundar at bíleggja føroyskt framleiddar prentlutir og bøkur.
Samstundis vísir gransking, at bøkur og prentaður lesnaður er betri enn digitalur lesnaður, skulu vit geva okkara børnum og ungu góðar lesiførleikar.
Vit gleðast um gongdina og um at skapa arbeiðspláss og virði í Føroyum.
Vit ynskja tær og tínum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, við vón um gott samstarv í 2014.
Vælkomin á Føroyaprent