3000 trø plantaði

Føroyaprent hevur plantað 3000 … TRÝ TÚSUND … trø í Føroyum!

Vit liva av pappíri, sum er tað sama sum at liva av trøum, og vit virðismeta rávøruna vit liva av. Tí lata vit aftur til náttúruna við at planta trø, sum liva víðari í hugaheiminum tá vit lesa ella síggja eina bók ella ein annan prentlut.

Øll sum hava fingið trø frá okkum, og sum vit hava plantað saman við, virðismeta eisini trøini. Fleiri hava sína dagligu gongd fram við teimum, og gleðast um hvønn sentimetur, sum veksur afturat. Nógv fylgja væl við og leggja stóru orku í at røkja og verja trøini, til tey eru komin fyri seg.

Leygardagin vóru vit í Gásadali og plantaðu 150 trø, sum eru tey fyrstu í einari viðarlund mitt í bygdini. Røsk fólk hava tikið stig til at gera viðarlundina, og Sørvágs Kommuna hevur hegnað uttan um økið, so seyður ikki sleppur til. Vit á Føroyaprent gleðast um at vera við til so stórar løtur, saman við teimum sum vara av bygdini.

Og í dag, mikudagin 5/6, hava bæði barnagarðurin og frítíðarskúlin á Skála eisini fingið trø frá okkum. Tey hava havt arbeiðs- og ruddingardag saman við foreldrum o.ø. og hava nú eisini gjørt teirra til, at tey um nøkur ár hava stór vøkur trø, sum verja móti vindinum og skapa trivnað.

Vit halda fram at planta trø – altíð í samstarvi við dugnaligu starvsfólkini á Skógrøkt Landsins.