Eivi L.Mouritsen er nú Grafiskur Tøkningur

Í farnu viku fekk Eivi L. Mouritsen sveinabræv sum Grafiskur tøkningur. Eivi byrjaði á Føroyaprent sum hjálparfólk í 2007, men fór seinni í læru og er hon nú avlærd sum Grafiskur tøkningur.

Útbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár og inniheldur, prent, bókbinding, serigrafi og digital prent. Eivi fer framhaldandi at arbeiða í liðugtgerðini á Føroyaprent.

Vit øll á Føroyaprent ynskja røsku og altíð smílandi Eivi hjartaliga til lukku við sveinabrævinum og bestu ynski fyri framtíðina.