Um tú ikki hevur kunnað teg um Ver haldini hjá Føroya Tele, fert tú kanska at gera tað nú. Man kann ikki annað enn smílast og leggja merki til boðskapin á bilunum, sum nú fara út í ferðsluna, tí boðskapurin um Ver haldini er sterkur á eyðkenda nýggja búnanum.
Bilarnir eru pakkaðir inn í foliu. Ikki lakeraðir av nýggjum, hóast tað kundi sæð soleiðis út, tí ikki sæst ein rukka ella skøva á teimum.
Okkara dugnaligu fólk á verkstaðnum hava við toli, nærlagni og treiskni enn einaferð víst, at handverkinum á Føroyaprent kunnu vit reypa av.
Vælkomin á Føroyaprent