Føroyaprent stongt frá kl 14.00 vegna starvsfólkatiltak

Í dag frá kl. 14.00 lata vit dyrnar aftur og steðga øllum prentmaskinum, fyri at venda sjóneykuna inneftir í nakrar tímar. Á skránni verður samskifti og samstarvið millum okkum 28 starvsfólk á Føroyaprent. Vit gleða okkum, tí seinast hetta evni var á skránni, vóru øll samd um at tað var bæði læruríkt og sera stuttligt at lýsa og viðgera, hvussu okkara sterku og veiku síður ávirka samskifti og samstarv á virkinum.

Á øðrum sinni fáa vit vitjan Dorthe Gyldenkærne frá Ad Astra, sum tekur útgangsstøðið í enneagramminum. Dothe sigur frá um hvussu ymiskar persónsmenskur samstarva og hvussu vit skilja styrkir og veikleikar hjá hvørjum einstøkum.

Umframt at skeiðini hjá Dorthe eru lærurík, so eru tey samstundis sera undirhaldandi og merktu vit týðuliga aftaná fyrsta skeiðið í vár, hvussu samskifti og samarbeiðið á virkinum lyftist upp á eitt nýtt og betri stig.

Føroyaprent er opið aftur sum vanligt kl. 9.00 mikumorgunin.