Nýggja Føroyakortið, sum Føroya Dátusavn hevur ment í samstarvi við Nám, er ein dýrgripur fyri flestu føroyingar. Heili 1700 staðarnøvn eru á kortinum, sum er teknað í altjóða litum og er einastandandi vakurt.
Á Føroyaprent sóu vit beinanvegin teir óendaliga nógvu møguleikarnar at framleiða Føroyakortið í alskyns ymiskum útgávum, støddum og litum. Bæði til veggir, gólv, hurðar, rútar og aðrar slættar flatur. Næstan alt ber til. Hugsa tær t.d. stakar oyggjar í ymiskum støddum og litum, ella oyggjarnar sum transparent prýði á eina stóra glasflatu?
Vit arbeiða við fleiri spennandi uppgávum til skúlar og skrivstovur, sum ynskja at laga kortið til teirra tørv viðvíkjandi staðarnøvnum, og sum í stødd og litum hóska til teirra hølir. Men fleiri uppgávur eru vælkomnar, so ring ella støkk inn á gólvið, so práta vit um hvussu júst títt Føroyakort kundi sæð út.
Í samband við bókadagarnar í Norðurlandahúsinum, hava vit prentað Føroyakortið á foliu, montera á snøggar plátur sum veggjamyndir. Myndirnar fáast til keyps í sølubásinum hjá Rit&Rák í Norðurlandahúsinum. Eitt jólagávuhugskot?
Gott vikuskifti øll og góðar bókadagar til tykkum sum fara í Norðurlandahúsið.