Skava og vinn loysnir frá Føroyaprent

Nú kunnu skava og vinn seðlar bíleggjast frá Føroyaprent. Í samstarvi við veitara í Danmark, kunnu vit nú bjóða eina ørgrynnu av skava og vinn loysnum til feløg, skúlaflokkar, fyritøkur og handlar.

Tað er ómakaleyst at keypa skava og vinn seðlar frá Føroyaprent, tí vit vegleiða fegin um hvat er best at gera og avgreiða alt frá uppseting til levering.

Dømi:
Um vinningarnir verða latnir sum stuðul og tit eru 20 skúlanæmingar, sum selja 100 seðlar hvør, fyri 20 kr/stk, kann vinningurin av søluni verða heilt upp í eini 30.000 kr. Selja tit 200 seðlar hvør, kann hetta talið faldast við 2 = 60.000 kr.

Neyðugt er at søkja um loyvi frá TAKS, áðrenn sølan kann byrja. Sí oyðublað her : http://taks.fo/documents/00193.pdf

Vælkomin á Føroyaprent