Í hesi løtu er fernisering á Listasavn Føroya, í samband við framsýning av málningum hjá Thomas Arge (1942-78).
Hetta er ein afturlítandi framsýning við meira enn 45 útvaldum verkum, sum fyri tað mesta eru lænt frá privatum ognarum bæði í Føroyum og í Danmark.Framsýningin er opin til og við 2. páskadag 6. apríl 2015.
Føroyaprent hevur prentað og bundið inn eina sera vakra listabók um málaran, og bókin fæst til keyps á Listasavninum. Ingi Joensen her á Føroyaprent, hevur gjørt layout. Vit á Føroyaprent ynskja Listasavn Føroya, Nils Ohrt og hinum sum hava arbeitt við bókini, hjartaliga tillukku við úrslitinum og takka fyri sera gott samstarv.