Føroyaprent í longum banum

Veitst tú av, at tú kanst bíleggja tapet við tínum egna mynstri ella myndum frá Føroyaprent?

Í samband við framsýningina í forhøllini á Landssjúkrahúsinum, hava vit prentað myndir, tekningar og tekst á tapet til veggirnar. Stílurin verður reinur og snøggur, tá rammur og plátur ikki stjala myndina frá tí, sum skal síggjast best.

Á Føroyaprent hava vit starvsfólk, sum fáa næstan alt at bera til, og vit hava prentmaskinurnar. Vit eru klár tá tú ert. Hvat vilt tú hava á veggin, hurðina, køksskápini ella okkurt heilt annað? Skal tað vera okkurt tú hevur teknað ella málað? Yndis útsýni frá heimbygdini? Familjumyndir?

Allar slættar flatur kunnu klæðast við pappíri ella foliu. Heima, á skrivstovuni, í handlinum, á skúlanum …

Ring 314555 ella send ein teldupost á info@foroyaprent.fo og fá meira at vita.

Vælkomin á Føroyaprent