Nú ber til hjá øllum at kunna seg um stevnumiðini hjá Tjóðveldi, tí flokkurin hevur valt at prenta tey sum bók, umframt at tey eru teldutøk á heimasíðu floksins.
Fyrimunurin við at prenta stevnumiðini sum bók, er innlýsandi. At sita við eini bók, uttan at verða órógvaður av sterka ljósinum frá skíggjanum, undirstrikar týdningin av boðskapinum: Politikkur og visjónir fyri alt frá fullveldispolitikki til búskaparpolitikk, vinnupolitikk, sosial-, heilsu-og vælferðarpolitikk, útbúgving, mentan og list, orku- og umhvørvi, økismenning og útoyggjar, uttanríksipolitikk, eldrapolitikk, ungdómspolitikk, javnstøðupolitikk, ítróttarpolitikk og so framvegis. Talan er um tey mest umfatandi stevnumiðini hjá Tjóðveldi nakrantíð, sigur flokkurin á heimasíðuni tjodveldi.fo
Á Føroyaprent kunnu vit framleiða nakrar fáar bøkur ella fleiri túsund eintøk. Vit bróta um, prenta og binda inn, og geva fegin óbindandi tilboð uppá bøkur og aðrar prentuppgávur.