Føroyskt fyri allar pengarnar

Nú fáast 4 ymiskar myndir av sjáldsama fittum lomvigapisum til keyps í H.N. Jacobsens Bókahandli fyri 299 kr. stk. Støddin er 27x27cm. Myndirnar kunnu hanga stakar ella fleiri saman.

Hetta eru myndir, sum fáa smíl og góðar kenslur fram hjá bæði børnum, ungum, vaksnum og gomlum. Føroyingum sum gestum. Tekningarnar hava hetta heilt serliga, sum bara Astrid Andreasen kann skapa. Astrid, sum altíð hevur arbeitt við myndlist og design, hevur seinastu 20 árini m.a. arbeitt sum vísindaligur teknari fyri Føroya Náttúrugripasavn.

Ingi Joensen her á Føroyaprent hevur gjørt myndirnar klárar til prent og Tórður Paturson hevur staðið á odda fyri at prenta á foliu og fest tær á eina snøgga 10 mm plátu.

Føroysk list fyri sámiligan prís. Hetta er gávan til tann, tú vilt gleða!