TRÝ TÚSUND SEKS HUNDRAÐ TRØ!
Føroyaprent GER mun. Vit liva av pappíri, sum er tað sama sum at liva av trøum, og vit virðismeta rávøruna vit liva av. Tí lata vit aftur til náttúruna við at planta trø, saman við børnum og vaksnum um alt landið.
Seinastu tíðina hava vit latið trø til barnagarðar, skúlar og frítíðarskúlar. M.a. hava vit latið trø til 3. floks næmingar í Klaksvík, sum eru so heppin at hava ein eldhugaðan lærara, Hjørdis Hávarsá, sum annað árið á rað, hevur skipað fyri undirvísing í náttúrulæru. Í samstarvi við Klaksvíkar Kommunu og býargartnaranum Hans Hjalta Skaalum, fingu næmingarnir høvi at planta trø á einum øki úti á Bumshamri. Næmingarnir tóku uppgávuna í stórum álvara, og eftir einari lítlari løtu vóru øll trøini gróðursett. Trøini vaksa nú upp saman við teimum, sum búgva í økinum – og væl veksur í Klaksvík. Í fjør vóru 8. floks næmingar og plantaðu á sama øki, og øll trøini – uttan eitt:) – eru komin fyri seg og vaksa væl.
Onnur sum hava fingið trø eru dagstovnurin á Hamrinum á Argjum og barnagarðurin og frítíðarskúlin á Skála. Ofta planta børnini saman við foreldrum í samband við ein árligan ruddingardag, og úrslitið er, at tey nøkur ár seinni hava stór vøkur trø, sum verja móti vindinum og skapa trivnað fyri fólk og fuglar.
Á Føroyaprent halda vit fram at planta trø – altíð í samstarvi við dugnaligu starvsfólkini á Skógrøkt Landsins.
Myndirnar av 3. floks næmingunum hevur Olivur Joensen á Norðlýsinum tikið. Tíðindi um fittu børnini sum plantaðu trø, stóðu í Norðlýsinum herfyri, lesi her.