Lætt at lýsa á flogvøllinum

Ein nýggj síða www.faelysing.fo hevur gjørt tað lættari enn nakrantíð at lýsa á Vága Floghavn. Tær stóru fyritøkurnar, sum hava brúk fyri at lýsa nógv, hava fingið betri valmøguleikar – bæði innan prentaðar lýsingar, ljósskeltir og digitalar lýsingar. Møguleikarnir hjá teimum smærru fyritøkunum eru eisini munandi betri nú enn nakrantíð áður. Nógv hava saknað møguleikan at lýsa í styttri tíðarskeið á útvaldum støðum á floghavnini, alt eftir hvat er best í mun til boðskapin í lýsingunum.

Í 2014 ferðaðust yvir 250.000 fólk um flogvøllin, og felags fyri tey flestu er, at tey eru spent, í góðum lag og hava góða tíð at leggja til merkis hvat lýst verður við. Góða atmosferan og stóra talið av ferðafólkum, ger umhvørvið til eitt freistandi stað at bera boðskapin um vørur og tænastur. Tað er bíligari enn tey flestu halda, og øll sum ynskja tað fáa ókeypis ráðgeving um hvussu tey fáa so nógv sum møguligt at síggja júst teirra boðskap.

Páll Rói Poulsen hevur lýsingarsøluna um hendi, meðan vit á Føroyaprent taka okkum av allari útgerð og framleiðslu. Vitja síðuna www.faelysing.fo og fá meira at vita.