Føroyaprent Pf. søkir eftir einum skrivstovunæmingi innan fyrisiting at byrja skjótast gjørligt.
Starvið fevnir um alt vanligt skrivstovuarbeiði.
Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiði við mongum avbjóðingum. Á Føroyaprent er tú í góðum umhvørvi, við vinaligum starvsfeløgum.
Vit kundu hugsað okkum ein lærling, sum er vanur at arbeiða við teldu, er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.
Lønin er sambært galdandi lærusáttmála.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jon Hestoy, stjóra, telefon 59 45 55 ella t-post: hestoy@foroyaprent.fo
Umsókn, við upplýsingum um útbúgving og møguligar royndir, verður at senda okkum skjótast gjørligt og í seinasta lagi 21. oktober 2015.