Tað orðið – nýtt yrkingasavn

Á Føroyaprent frøast vit yvir at hava latið úr hondum nýggja yrkingasavnið hjá Heðin M. Klein.  

Heðin gjørdi væl og virðiliga vart við seg, tá ið hann í 1969 gav út sítt fyrsta yrkingasavn „Væmingar og vaggandi gjálv“. Tittulin á savninum er ein, tú aldrin gloymir! Hóast tað gingu 24 ár, áðrenn næsta savnið kom út, so var Heðin alla tíðina ein virkin luttakari í føroyska bókaheiminum.

„Tað orðið“ er í mangar mátar ein programmyrking, har høvundurin sigur frá síni lívslongu leitan eftir tí rætta orðinum í tí røttu løtuni. Tað er ein rannsókn at finna akkurát „tað orðið“, sum passar og er í samljóði við tað, sum lýsast skal. Yrkingin fær teg at hugsa um savnið „Úr sjón og úr minni“ eftir Christian Matras og yrkingina „orðini“ eftir Róa Patursson. Í báðum førum er tað tann sama royndin at sannkenna, hvat tað er at yrkja. Hesa ferð er tað Heðin Klein, sum kemur við sínum mergjaða og serstaka íkasti til júst hesa kanning. „Tað orðið“ er ein framúr yrking!

Heðin Klein: Tað orðið.

Bárður Jákupsson gjørdi permuna.

Mentunargrunnur Studentafelagsins,  58 bls.  kr. 148