Á Føroyaprent eru vit so heppin, at vit í nógv ár hava prentað søvnini hjá Tóroddi Poulsen, og nú eisini nýggjasta yrkingasavnið hjá honum „Glopramjólk“. Tóroddur, sum er ein av virknastu listamonnum í Føroyum, hevur sum vanligt bæði skrivað og gjørt permuna.
Nýggjasta yrkingasavnið hjá Tóroddi leggur fyri við tí, eitt sindur ræðandi yrkingini „Hurðin“, ið førir inn í eitt rúm, har einki er at koma inn til, og sum er fult av einum „túsund ára gomlum ótta“. Tann óítøkiliga ræðslan er meiri ræðandi enn tann konkreta. Bæði her og aðrastaðni ger yrkjarin vart við, at tað góða og tað ónda eru fyritreytir fyri hvørjum øðrum. Tann ævinliga góðskan, har lambið liggur undir liðini á ljóninum er bara ein veruleikafjarur dreymur. Tí uttan tað ónda, er tað góða ikki til. Inn ímillum yrkingar um tann vanliga skitna gerandisdagin eru tekstir, har høvundurin ferðast í nánd av Bíbliuni. Í „Mótsorg“ verður sagt, eg „eri ikki kristin, men kristin“. Tað er næstan, sum hann rekur fram undir orðaskiftið úr „Blæsende Gry“ eftir William Heinesen, har ein sigur: „Gud er godhed“ og fær svarið „Godheden er Gud“. Tær nútímans Føroyar, við tjóðskaparbreggi og tí seinastu tøknini, fáa sum vant eisini sítt í t.d. „Bálkvøld“, har teir skulu hava „teldusnaps skonktan – úr talgildum veðrahorni“.
Ein bólkur av yrkingum eru stuttorðaðir ofta haiku-kendir tekstir við mangan dyggum sannleikum. Savnið verður lokað við meiri vanligum yrkingum, har beiskir sannleikar um tilveru okkara á fold verða lagdir fyri lesaran.
Yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen eru, sum altíð, ein fragd at lesa – og lesa umaftur.
Tóroddur Poulsen: Glopramjólk.
Høvundin gjørdi permuna.
Mentunargrunnur Studentafelagsins, 82 bls. kr. 148