SKAVA OG VINN jólakalendarar til „Í menniskjum góður tokki“

Føroyaprent hevur staðið fyri framleiðsluni av SKAVA OG VINN jólakalendarum til „Í menniskjum góður tokki“. Fyrireikararnir vóna, at fólk fara at taka væl undir við hesum sera góða tiltaki. Tí er nú brúk fyri fólkum, sum vilja ganga hurð til hurð í øllum bygdum og býum (uttan í Suðuroynni), at selja kalendarar. Við at lata eina løtu av tíð í november mánað, kanst tú vera við at bjarga jólunum hjá einari fíggjarliga sperdari barnafamilju. Melda teg sum sølufólk á heimasíðuni www.takk.fo

Ert tú áhugað/ur í SKAVA OG VINN loysnum frá Føroyaprent, so støkk inn á gólvið ella ring 314555 og spyr eftir Niels Juel Nolsøe, ella send ein teldupost á njn@foroyaprent.fo

Vælkomin á Føroyaprent