161 Yvirskegg

42.826 krónur til Krabbameinsfelagið

Fyri nøkrum árum síðani varð ein bók givin út í samband við Movember-rørsluna. Hetta var eitt samstarv millum Føroyaprent, Rit&Rák, Fotostudio og bókhandlarnar í Føroyum. Tann 30. november í 2014 varð so ein kekkur handaður til Krabbameinsfelagið. Væl var tikið undir við bókini og tilsamans var upphæddin 42.826,00 kr. Øll inntøkan av søluni fór óskerd til Krabbameinsfelagið. Í 2011, tá bókin var givin út, var peningurin savnaður inn til gransking í prostatakrabba.

Movember

Movemberrørslan byrjaði í Avstralia í 2003. Ætlanin er, at í movember lata vit menn yvirskeggið vaksa, fyri at varpa ljós á og savna pening, til stuðul og gransking í heilsutrupulleikum hjá monnum.

Enn møguleika

November 2015 er illa nokk hálvrunnin, so enn er møguleiki hjá øllum monnum at fáa sær eitt movember yvirskegg.

Á høvuðsmyndini síggjast frá vinstru: Eirikur Ólason Simonsen frá Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen formaður í Krabbameinsfelagnum, Kári Árting frá Rit&Rák og Jon Hestoy frá Føroyaprent. 

Allar myndirnar í bókini síggjast her á síðuni.

Sí annars:

http://www.facebook.com/pages/Yvirskegg/291682504204821

http://www.movember.com