Jólakortini frá Føroyaprent eru heilt serlig, tí tey verða kacheraði við mattari ella blankari kachering, sum er eitt slag av “filmi” uttaná pappírinum. Hetta ger tey vøkur og mjúk at merkja í hondini.
Tú kanst senda okkum tína egnu mynd ella velja eina mynd úr myndagoymsluni til vinstru, har m.a. fjøruvættrar frá Astrid Andresen eru at fáa. Astrid hevur gjørt hesar hugtakandi og fittu fjøruvættrarnar úr tara, smáum skeljum og ymiskum úr føroysku fjøruni.
Myndir úr goymsluni: 500 kr + mvg
Tá jólakortið er sniðgivið, fært tú tað til góðkenningar áðrenn vit prentað og tú kanst broyta tað – uttan kostnað. For- og baksíða kann verða í litum og innan er teksturin svartur.
Vit samprenta jólakort hvønn fríggjadag frá 13 nov. til og við 11. desember. Seinasta freist at bíleggja jólakort fyri samprentsprís er 3 dagar áðrenn prent.
Tú ert altíð vælkomin at ringja 314555, um tú ivast í onkrum ella um tú ynskir eitt annað snið, stødd ella ynskir jólakort aðrar dagar enn teir nevndu. Tú ert eisini vælkomin at ringja, um tær dámar best at bíleggja frá okkara vinarligu og hjálpsomu starvsfólkum.