Kaninin, sum so fegin vildi sovna

Føroyaprent hevur latið úr hondum bókina „Kaninin, sum so fegin vildi sovna“, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út, eftir svenska námsfrøðingin Carl-Johan Forssén Ehrlin. Bókin er farin sigursgongd um allan heim, og nú gongur hon sum heitt breyð her hjá okkum.

Foreldur siga frá undursamum løtum við songarstokkin, har børnini liggja í fasta svøvni eftir lítlari løtu, bara av at hoyra søguna um Kaninina, sum so fegin vildi sovna.

Bókin byggir á  NLP-sálarfrøði, har bygt verður á nakrar sálarfrøðiligar arbeiðshættir fyri at slappa av. Í bókini eru serligar setningsuppsetingar og serligt orðaval. Tí kunnu setningarnir tykjast eitt sindur løgnir viðhvørt, men hetta er alt gjørt við vilja, av tí at hetta serliga málið fær teg at sissast.

Bókin er týdd til fleiri enn 40 mál.

Carl-Johan Forssén Ehrlin: Kaninin, sum so fegin vildi sovna

Ása Ellefsen hevur týtt til føroyskt.

Bókadeild Føroya Lærarafelags

30 blaðsíður, innbundin, 126,00 kr.