Føroyaprent hevur framleitt Kirkjutíðindi nr. 3 í 2015, og sent tað til haldararnar. Tað er Felagið fyri kirkjuráðslimir, ið gevur Kirkjutíðindi út. Í blaðnevndini fyri Kirkjutíðindi sita: Theodor E.D. Olsen, blaðstjóri, Tummas Lauritsen, Hansina Brekkstein, Bergtórur H. Bjarkhamar og Maria Jørðdal Niclasen.
Í hesari útgávuni kunnu vit, millum nógvar áhugaverdar greinar, lesa grein eftir nýggju landsstýriskvinnuni Rigmor Dam: „Hvílidagurin hevur nógv at siga“. Pól á Kletti hevur skrivað eina grein um Vesturkirkjuna: „Eitt varðtekn í Vesturbýnum“. Listamaðurin Frits Johannesen hevur grein og málningar, ið eitur: „Altarborðið“. Hilmar Jan Hansen hevur skrivað greinina um nýumvældu Havnar Kirkju og um, at Arnes Minde nú er kirkjuhús.
Kirkjutíðindi nr. 3-2015
Theodor E.D. Olsen, blaðstjóri
Felagið fyri kirkjuráðslimir
36 blaðsíðu