Føroyaprent hevur framleitt nýggju bókina, ella rættari krýnikuna hjá Jógvan Arge „Havnarmaður og gøtuskuri“ um barna- og ungdómsár hansara. Hetta er 20. bókin, hann letur úr hondum. Hesaferð er pallurin tað umhvørvið, hann vaks upp og ferðaðist í. Pápin var havnarmaður við stórum H, og mamman er av tí, tey rópa stóra G í Syðrugøtu.
Krýnikan er ein ferð hús úr húsi í stóra grannalagnum við søgum um børn og vaksin. Hon er eisini søga um foreldur, ommur og abbar í Havn og í Syðrugøtu. Í Havn høvdu tey stórt virksemi við bussum, bilum og kiosk. Í Gøtu høvdu tey handil, bindistovu og ráfiskakjallara. Kapitlar eru um ættarbond og ættfólk hjá bæði Jógvani og konuni Maritu. Hansara eru serliga norðanfjørðs, hennara burtur av sunnanfjørðs.
Vit á Føroyaprent fegnast um, enn einaferð at hava samstarvað við Jógvan Arge, eitt samstarv, sum gongur næstan 30 ár aftur í tíðina.
Jógvan Arge: Havnarmaður og gøtuskuri
Forlagið Tjarnardeild, 214 blaðsíður, 299,- krónur.