Flotoyggjar – Alexandur Kristiansen

Føroyaprent hevur umbrotið og prentað nýggja yrkingasavnið hjá Alexandur Kristiansen „Flotoyggjar“. Hugaligt at prenta eitt yrkingasavn, har seinasti teksturin endar soleiðis, um sólina: „sum støkkur upp hvønn morgun / sum var hvør dagur tann fyrsti“. Eini ráð, sum lesarin kanska átti at gjørt til síni egnu.

Tað eru tíggju ár síðani, at Alexandur Kristiansen gav sítt seinasta yrkingasavn út. Nú er hann aftur á pallinum, sterkari enn nakrantíð. Tittulyrkingin er ein hugvekjandi og tølandi tekstur, sum sigur frá, at í skýmingini slíta oyggjarnar seg leysar úr botni. Eins og yrkjararnir undan romantikkini vistu, so veit høvundurin, at í skýmingini er markið millum himmal og jørð burtur. Hesi gerast eitt. Tað er tá, at yrkjarans hugflog er máttmiklast og tær andaligu kreftirnar sterkast. Yrkingin endar við hesi hugkveikjandi myndini: „Eisini stóru ferðamannaskipini víkja viðhvørt frá síni kós / tá ið mánin spakuliga hálar í tey“.

Savnið er annars sett saman av náttúrulýsingum, hugleiðingum um málningalist, hvat tey deyðu gera í sínum fríløtum, menn undir hatti, busstúrar og mangt, mangt annað. Yrkingarnar eru grundandi, skemtingarsamar og bersagnar alt í senn.

Alexandur Kristiansen: Flotoyggjar

Føroyaprent prentaði og gjørdi permuna

Mentunargrunnur Studentafelagsins

89 bls. kr. 148