Føroyaprent hevur framleitt „Gonguverk samfelagsins – Hugleiðing um tíð og samfelag“ eftir Firouz Gaini.
Gonguverk samfelagsins er heimspekilig hugleiðing um tíð og samfelag, ið viðger fatan okkara av tíð sum nakað, ið altíð hevur serligt tilknýti til mentan, ideologi og tøkni.
Óansæð hvussu raffinerað tíðarfatanin gerst við nanotøkni- frøðiligum gonguverki, sum mátar tíðina í tímum og minuttum, sekundum og nanosekundum, og harvið eisini kann leggja framkomnar framtíðarforsagnir til rættis (til dømis veður- forsagnir), so eru fólk sjáldan nøgd fyrr enn tey eisini hava fingið eina lýsing av fortíðarinnar byrjan, eitt upphavsástøði at hugsa sær verðina og nútíðina við: Hvar og hvussu byrjaði tíðin?
Firouz Gaini er antropologur og høvundur úr Havn. Hann hevur áður m.a. útgivið bøkurnar Urbscriptum, Horvnir menn og Lessons of Islands.
FirouzGaini: Gonguverk samfelagsins.
Permumyndina gjørdi Sigrun Gunnarsdóttir.
Mentunargrunnur Studentafelagsins, 56 bls. kr. 148.