Føroyaprent hevur umbrotið og prentað Miðnámsrit 2015. Miðnámsrit er greinasavn, sum viðger námsfrøðiligar og fakligar spurningar og meting í undirvísing og læring. Tað hendir nógv spennandi á miðnámsskúlaøkinum og í føroyska skúlanum sum heild. Nógv hevur almennan áhuga, og tí geva vit hesa bók út. Til rannsakan og sjálvrannsakan. Í bókini eru 22 greinir.
Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson hava ritstjórnað. Føroya Handilsskúli gevur hana út. Ein av greinunum í bókini er um málstríðið á miðnámi, sum ikki er av enn.
Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson, ritstjórar: Miðnámsrit 2015
Føroya Handilsskúli, 143 bls., 100,00 kr.