Í samband við Bókadagarnar, ið vóru í Norðurlandahúsinum farna vikuskiftið skipaði Føroyaprent fyri tiltakinum „Prent, pylsur, pilsnar og yrkingar“. Hetta var ein hugnaløta fyri bókmentafólk og bókaáhugaði, sum fór fram á prentsmiðjuni hjá Føroyaprent. Meðan Sámal Ravnsfjall og Edvard Nyholm Debess spældu góðan tónleik, hoyrdist 5-litaða Heidelberg prentmaskinan í bakgrundini.
Føroyaprent bjóðaði pylsur úr einum pylsuvogni frá Poul Michelsen og afturvið drukku vit „Okkara Vanliga“ pilsnara. Fólk tóku væl undir við tiltakinum, ið nú kann sigast at vera ein fastur táttur á bókadøgunum.
Yrkingarnar fingu eisini góða rúmd og áskoðarafjøldin var bergtikin av upplestrinum. Kinna Poulsen las úr nýggja savninum við yrkingum eftir Claus Carstensen, ið hon hevur týtt og ritstjórnað.
Carl Johan Jensen hevði við íblástri frá ræðuleikunum í París, týtt yrkingina„Liberté“ eftir franska skaldinum Paul Éluard. Carl Jóhan framførdi føroysku týðingina meistarliga.
Heðin M. Klein var stórliga fagnaður, tá hann las ein part úr nýggja yrkingasavninum hjá sær „Tað orðið”.
At enda las Kim Simonsen úr „Desembermorgun”, nýggja konseptuella yrkingasavninum, ið hann hevur skrivað og Jóhan Martin Christiansen hevur myndprýtt,
Umframt gott undirhald so fingu bæði føroysku og útlendsku gestirnir møguleika fyri nógvum góðum bókapráti.
Bókadagarnir 2016 verða í døgunum 26. og 27. november, og tiltakið á Føroyaprent „Prent, pylsur, pilsnar og yrkingar“ verður 26. november kl. 18.30!
Sí meira á www.nlh.fo
Her á síðuni síggjast nakrar myndir frá hugnaløtuni leygarkvøldið, ið okkara Ditte M. Joensen og Fríðbjartur Miðberg hava tikið.