Føroyaprent hevur prentað og bundið inn nýggju fotobókina hjá Inga Joensen. Ingi lýsir løtumyndir úr tveimum sera ymiskum bygdum – Mikladali á Kalsoynni og Kulusuk í Eysturgrønlandi.
Fotomyndirnar er løtumyndir, sum seta hyggjaran inn í tað huglag, sum júst ta løtuna var til har, sum fotgrafurin var. Samstundis sum løtan hvørvur, tá fotografurin er farin framvið, verður huglagið verandi í myndunum.
Eingi orð vísa vegin inn í myndirnar ella hjálpa til nakra ávísa fatan.
Allar myndirnar standa einsamallar og siga sína egnu søgu ella kveikja eitthvørt hugskot í høvdinum á hyggjaranum.
Helvtin av myndunum eru úr Kulusuk, sum er ein lítil bygd í Eysturgrønlandi, har Ingi Joensen var staddur í eina viku. Hinar eru úr Mikladali.
Allar 28 fotomyndirnar eru eitt slag av streetfoto, har fotografurin ansar og merkir gerandisdagin, og í einum brøkparti av einum sekundi flytur gerandisdagin inn í fototólið. Einki uppsnollað, einki tilgjørt – bara nakin og reinur veruleiki, sum ein fotograftur dugur at síggja hann.
Bókin er eitt slag av dupultbók, har bygdirnar verða lýstar úr hvør sínum enda. Í miðjuni verða myndirnar vendar, og tú ert í eini nýggjari bók.
Bókin fæst í bókhandlum og kostar kr. 249,-