Mín Jólabók 2015 og Vættrarok

Føroyaprent hevur umbrotið og prentað jólaútgávurnar hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, Mín jólabók og Vættrarok.

Mín Jólabók 2015 er full av søgum og ítrivi, og sum altíð hava nógvir ymiskir myndprýðarar sett sín dám á bókina.

Adventssøguna eigur Ingun Christensen. Hon eitur Sparijól og er um hesa ørskuna, sum vit verða fangað í um jóltíðir, at vit noyðast at keypa og keypa og keypa.

Ein søga ella eitt ítriv er til hvønn dagin líka fram til jólaaftan.

Heftið Vættrarok hevur Janus á Húsagarði gjørt. Her eru uppgávur, tekningar og mangt annað stuttligt ítriv.

Bókadeild Føroya Lærarafelags

Mín jólabók, 86 bls. innbundin, 250,- kr.

Vættrarok, 40 bls. og heft, 50,- kr.