Føroyaprent hevur umbrotið og prentað aðru bókina um stállínuskipini, eftir Sigmar Bláberg. Í bókini eru frásagnir frá øllum teimum línuskipunum, sum komu í 1961, umframt frá virkseminum hjá teimum sum vóru komin frammanundan.
Í 1961 komu 18 nýggir línubátar til Føroya. Teir flestu vóru bygdir í Noregi, men tað var eisini í 1961, at Tórshavnar Skipasmiðja vildi sleppa upp í part, og bygdi fyrsta línubátin.
Í bókini eru nógvar frásagnir frá fólkum, sum annaðhvørt vóru við til at byggja línuskipini, ella sum sigldu við teimum.
Stállínuskipini løgdu lunnar undir vælferðarsamfelagið, saman við teimum skipum, sum annars komu til landið. Men tað var strævið lív, og menn vóru burtur ein stóran part av árinum.
1962 var árið, tá fyrstu menninir sjólótust við línubáti. Annar hvarv á veg heim úr Grønlandi, og hin slerdi út á ísfiskaveiðu undir Føroyum.
Sigmar Bláberg: Stállínuskipini – Ferð kemur á 1961-62
Forlagið Stongin, 322 bls, 300,- kr.