Løriftsmyndir – Januartilboð frá 14. januar

Ein tann besta gávan ein fær, er ein mynd av sínum kæru, til dømis børnunum, foreldrunum, ommubørnunum, abbabørnunum, langommubørnunum og langabbabørnunum, ella av veðrinum, bátinum, húsinum, heimbygdini, ja bara hugflogið setur markið.

Frá 14. januar og mánaðin út hevur Føroyaprent tilboð upp á løriftsmyndir fyri næstan hálvan prís. Einki tekur seg so væl út sum ein mynd prentað á lørift. Myndin frá okkum er spent á málningarammu.

Tilboðsprísurin er bara galdandi, tá umbiðið verður á nethandlinum.

Um tú hevur brúk fyri hjálp at bíleggja á nethandlinum, ring 314555 ella send okkum ein teldupost á nethandil@foroyaprent.fo

Vælkomin á Føroyaprent

Nethandilin